2017-01-10 20:00
Norðingur kom á Kollafjørð fyri løtu síðani, men sleppa ikki at landa fyrr enn seint í annaðkvøld, tí stóra danska skipið Ruth landar í Kollafirði til Pelagic, teir hava landað síðani leygarmorgunin.
Norðingur hevur 1500 tong umborð av makreli, sum teir hava fiska á hetlandsleiðini. Miðalvektin liggur um 365 gramm.
Tað hava verið 12 mans við Norðingi henda túrin. Tá ið teir fara avstað aftur, fara teir aftur at fiska makrel.
Les eisini: Tummast T landar á Tvøroyri.
Les eisini: Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald