Mentan

Norðingar hátíðarhalda niðursetubygdir

...

2016-07-16 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðingar hátíðarhalda niðursetubygdir

Í summar fara tvær niðursetubygdir í Norðoyggjum at halda sermerktar minnisdagar. Onnur er Syðradalur og hin Norðdepil. Tær hava á hvør sín hátt sína serligu søgu. Norðdepil er tann yngra við 150 árum á baki. Í 1966 var stór samkoma har, og bók útgivin í samband við merkisdagin. Pride fór fullsettur av fólki norður gjøgnum Haraldsund, um Múlan og suður ígjøgnum Hvannasund við gestum allastaðni frá. Minnist væl henda góðveðursdagin við hornblástri, flaggskrýddari bygd og avbera blíðum vertum. Síðani tá hava bygdirnar eystan Múla fingið fast samband við meginøkið við tunnlum og byrging um trongan í sjálvum sundinum.

Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli. Skúlin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu flutt um sundið við árabáti í skúla meðan hini borðoyamegin ??? í Fossá, Depli og Norðtoftum høvdu høgligari veg í skúla. Í 1932 varð skúli bygdur í Hvannasundi. Støðug menning norðuri í Sundi elvdi seinni til felagsskúlan á Fossánesi í 1985, har øll børnini í kommununi ganga í dag. Framhaldsskúla fáa tey í Klaksvík.

Men eg ætlaði at hefta meg við ta eldru bygdina, ið heldur 200 ára minningarhald í næstum. Talan er um Syðradal. Bygdin hevur sína heilt serligu søgu. Fólkini, ið búsettust har í 1816, fluttu av vestursíðuni, har einasta bygdin, Blankskáli, lá. ??rkymlandi kavaskalvar úr líðini elvdu til, at tey fluttu burtur ??? suður um galvin og niðan í sunnasta dal í Kallsoynni. Fólkið á Blankskála hevði tøtt ættarbond við býlingin Gerðar í Klaksvík, og tey vistu alt um vanlukkudagarnar har, tá Gerðagarður legðist í oyði og 20 fólk lótu lív. Hetta var um várið 1809. Eingin mansskaði stóðst av hendingini, men sethús og úthús fórust heilt illa. Blankskála segðist vera ein sera livilig bygd. Har var veðurgott og sólargangur so framúr. Bygdin taldist millum bestu kornpláss í landinum. Haðani var eisini stutt at rógva á fiskileiðirnar á Norðhavinum. Galvurin, ið suðurendin á Kallsoynni nevnist, er hendinga gott seiðapláss. Men óttin og ampin av skalvalopinum í 1809 sannførdi fólkið á vestursíðuni at flyta eysturum. Tað var við ringum tannabiti, varð sagt. Nú eru so liðin 200 ár síðani seinasta húskið flutti. Men toftirnar tala fyri seg, eins og tær gera á Skálatoftum og Skarði. ??gvusligar hendingar førdu til avtofting.

Í søgnini um Páll fanga verður Blankskála umrøtt. Tað er, tá mikladalsmaðurin hevur brotið seg út úr skansanum og flýggjar norður aftur í Kallsoynna.. Tað hevur helst verið høgligt at seta av á Neystafløttum á umvegis ferð í Norðoyggjar. Uppsala-Pætur, ið streyk runt landið, ætlaði sær eisini einaferð at halda nýggjár har. Men tey vildu ikki vita av honum har.

Á sumri í 1967 untist mær at vera ferðalærari í Húsa sókn. Starvið umfataði skúlarnar á Syðradali og Húsum. Ein óvanlig avbjóðing hjá 16 ára gomlum tannáringi, men tað hugsaði man ikki um tá. Heldur setir man spurning við tað í dag, - at tað bar til. Kalli hetta skúlaárið fyri mín eftirskúla, tí man í hesum bygdunum fekk um endan á eini tíð, ið so líðandi riggaði av tann gamla lívsstílin og tók við nýggjum avbjóðingum. Í skúlanum gingu 11 børn úr báðum bygdunum. Eina ferð um dagin var post- og rutusamband til Klaksvíkar, og nøgdsemi var við tað, minnist eg. Barsskor sigldi til Kunoyar og til allar bygdirnar í Kallsoynni. Men meir enn so kom tað fyri, at líkindi ikki vóru at fara norður um Leitið í Kallsoyarfirði. At Gardar, sum sigldi millum Lorvík og Klaksvík, gjørdi eitt rend inn á Syðradal, hendi ikki so sjáldan. Eingin talaði at, um Jákup á Ternuni, ið var skipari har, legði at á Syðradali eftir umbøn frá ferðafólki. Syðradalur er, sum vit vita, av bestu kyrruplássum. Jákup var so lagaligur. Hetta hevði verið púra óhugsandi í dag.

Kallsoy er long og smøl við tólv dølum, lærdu vit í barnaskúlanum. Hon var ikki fyri vanbýti, tá samfelagsútbyggingarnar ordiliga tóku dik á seg. Í 1979 kom Villingadalsbergholið, árið eftir Ritudals- og Mikladalsbergholið og í 1985 Trøllanesbergholið. Bygdirnar, sum í øldir høvdu ligið avskornar frá meginøkinumi í landinum, fingu nú munandi betri og liviligari umstøður, og tað hevur bragdað og gagnað serliga væl í teimum báðum norðastu bygdunum, Mikladali og Trøllanesi.

Umrødda skúlaár 1967/68 var læru ??? og hendingarríkt. Dagin eftir fyrsta skúladag varð stór grind hildin til í Klaksvík ??? meiri enn 600 hval løgdu beinini. Tá fóru skúlabørnini í opnum maskinbáti til Klaksvíkar við ???læraranum??? at síggja hesa ovurstóru grind. Hetta var tíðin, tá annar grindareiðskapur varð brúktur, grindabátar vóru øðrvísi við monnum til árar og doktarabátinum Medicus í rakstrinum.

Í bygdunum hildu tey serligar dagar øðrvísi, enn eg var von við. Hugsi serliga um, hvat var til matna serligar merkisdagar, og har ikki sørt av pátrúgv var vovið uppí. Enn gingu tey til neytar, og fleiri høvdu kúgv í kjallaranum. Á Syðradali lótu tey gávuseyð. Har hildnaðist so væl hjá mær at sleppa í tvey brúdleyp. Eyðna úr Hattarvík giftist við Andras á Geil á Húsum og Jetta á Syðradali við John Reid Ellingsgaard úr Klaksvík. Brúdleypini vóru tvær leypandi vikur í februar 1968. Minnist, at gingið var í húsini at bjóða í brúdleyp við heilsu frá tilstundandi brúðarparinum, og at blíðskapur varð sýndur honum, ið bjóðaði. Í øðrum brúdleypinum varð skipað fyri offurfólki í kirkjuni. Tað hevði eg ongantíð sæð ella upplivað fyrr. Og uttanfyri dundu byrsuskotini. Siðaarvur, ið mestsum man vera burturdottin nú. Her minnist meg at hava sæð Busch prest fyri seinastu ferð undir borðhaldinum.

Og nú leggja syðradalsfólk í hesum døgum minningarhald til rættis. Tey hava eina fjølbroytta skrá. Gomlu húsanøvnini, ið kend eru av Blankskála, fluttu við teimum eysturum.

Loyvi mær í hesum sambandi at nevna Constancu Joensen, ljósmóður, ið eg gisti hjá, tá veðrið var í og so ólagaligt at ganga ímillum í. Annars var tilhaldið á Heyggi á Húsum. Henda mynduga, sterka og smidliga konan hevði merkt til so nógv bakkøst á lívsleiðini. Hon var hendinga søgufróð, fyndug og blíð. Misti blaðung mannin við Immanuel í 1932. Átti eina 4 ára gamla smágentu tá. Hon lærdi ljósmøðrafakið og kom í Kallsoynna at røkja eftirspurningin. Hon ferðaðist um allar Norðoyggjar sum ljósmóður. Constanca giftist við ??la bónda á Dunganum á Syðradali. Men hon var aftur fyri hóttafalli, tá ??li datt oman á heystfjalli og stutt eftir doyði av løstinum. Í 1950 giftist onkardótturin Sólmay við Steffan Kalsø av Húsum, og tóku tey við festinum á Dunganum. Constanca og ??li fingu eingi børn. Havi hug at nevna, at K.O.Viderø í bókini Saga Norðoya nevnir eina hending norðuri á Trøllanesi. Constanca fór í ódnarveðri av Syðradali norður á Nes at hjálpa konu, ið skuldi eiga. Barnið lá skeivt, og lækni fekst ikki. Men í telefonini bar til hjá Constancu at ráðføra seg við lækna. Hann segði henni, hvat hon skuldi gera. Tá barnakonan var komin at liggja, sum hon skuldi, og skurður skuldi gerast, svímaðu báðar genturnar, ið skuldu hjálpa henni. Hon fekk tá tveir menn at hjálpa sær. Alt endaði í øllum góðum, skrivar Viderø. Í 1972 upplivdi Constanca at missa onkardóttrina og tey fýra ommubørnini mammu sína. Trettandadag í 1972 var Sólmay jarðað í kirkjugarðinum á Húsum. Stórur var saknurin hjá Steffan, ið misti sín arbeiðssama lívsstuðul. Sólmay var so hugnalig. Umframt alt tað húsliga baksið á garðinum, vaskaði hon skúlan og kyndi har um morgnarnar. Hon var kletturin í húsarhaldinum á Dunganum.

Ynski tykkum í bygdini ein góðveðursdag, so tit fáa skránna, ið tit so vandaliga hava lagt til rættis, at ganga upp. Fari í hesum sambandinum at nevna Paulinu og Erik Eliasen, ið hava gingið undan í fyrireikingunum. Tit hava í felag so fyrimyndarliga røkt bygdina saman við børnum tykkara. Hendur sleptu, men ylin frá teimum hava tit kent fløvan av og hava lívgað um ættararvin. Gott, at tit ikki sleptu takinum.

Hjartaliga til lukku við stóra merkisdegnum syðradalsfólk og kallsoyingar sum heild. Eisini tykkum í Norðdepli ynskist blíðasta byr.

á Pætursøku 2016

Poulina Slættanes

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder