Havstovan skrivar:
Seinnu árini hevur norðhavssildin verið at sæð í føroyskum øki til langt út á heystið. Hetta er ein sera áhugaverd gongd í ferðamynstrinum hjá sildini. Kanska er hon við at fara frá vetrarøkinum uttan fyri Troms í Norðurnoregi? Tað, at vit hava sild í okkara øki langt út á heystið, minnir um ferðingarmynstrið í hálvtrýssunum, tá sildin stóð millum Ísland og Føroya um veturin. Spurningurin er so, um sildin aftur fer at brúka hetta gamla vetrarøkið.
Havstovan hevur tí skipað fyri leiting eftir sild út á heystið og um veturin seinastu árini, eftir at vanligi fiskiskapurin eftir sild er liðugur. Kanningarnar eru skipaðar soleiðis at ein ávís granskingarkvota verður latin fyri kanningina.
Higartil eru fýra styttri kanningar í tíðarskeiðinum frá november til februar gjørdar í eystara parti av føroyskum øki frá umleið 62 stig norður og út til fiskimarkið. Skipini, ið gjørdu kanningarnar, vóru Tróndur í Gøtu og Norðborg, og tey brúktu ekkólodd og sonar at leita við.
??rslitini vísa, at norðhavssild var framhaldandi at finna í landnyrðingshorninum í føroyskum øki í desember 2014 og 2015. Kanningar vórðu eisini gjørdar um veturin, men eingin norðhavssild var at síggja í føroyskum øki í februar 2015 og januar 2016.
Áhugavert var, at heystgýtandi sild sást millum norðhavssildina út móti markinum bæði árini. Lutfallið lá millum ein triðing og ein fjórðing av heystgýtandi sild, og ikki er greitt hvaðani henda sildin stavar - kanska er talan um heystgýtandi sild undan Føroyum.
Nærri kann lesast um úrslitiniher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald