Seint í gjárskvøldið kom Norðhavið á Fuglafjørð, Norðhavið hevur fiskað av felagskvotuni av svartkjafti, og tann kvotan bleiv uppfiskað í gjár.
Nógv skip skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði næstu dagarnar. Fyri einum góðum tíma síðani blivu tey liðug at landa Fagraberg, les hvat hann hevði her. Um eina løtu byrja tey at landa Tummas T, les hvat hann hevur her.
Í morgin verður tað Slættaberg ið fyrst sleppir framat, og eftir ætlan verður byrja at landa hann á middegi, les hvat hann hevur her.
Síðani sleppir antin Norðhavið ella Hoyvík framat. Norðhavið liggur á Fuglafirði, og hava teir 300 tons í lastini. Hoyvík liggur á Sundi, les her hvat teir hava.
Síðani verður tað Høgaberg ið sleppir framat, og verður tað helst seint fríggjakvøldið, les hvat Høgaberg hevur her.
Borgarin er farin til Íslands tí bíðitíðin í Fuglafirði er so lang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald