Vinna

Norðhavið aftur til Vesturafrika

...

2019-01-18 10:47 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Eftir at hava verið til vanligt viðlíkahald og árliga klassing í Las Palmas á Gran Canaria um ársskiftið, er føroyska skipið Norðhavið aftur ávegis til fiskiskap í Mauritania. Mauritania er eitt islamskt land á vestursíðuni í Afrika, sunnanfyri Marokko, men norðanfyri Senegal.

Norðhavið hjá reiðarínum P/F Northwest Pelagic hevur fiskað í Mauritania síðsta hálva árið, og nú er avtala gjørd um at leiga skipið út í 6 mánaðir afturat til henda sama fiskiskap. Skipið hevur riggað væl og hevur sera góða køling, sum tryggjar høga góðsku á fiskinum. Ímeðan skipið er útleigað, eitur tað Cap Blanc, ið merkir Hvítanes. Reiðari og maskinstjóri (á myndini) eru føroyingar, men annars er skipið mannað við ymsum tjóðskapum, tó flestir frá Mauritania, har skipið hevur fiskiloyvi.

Roynt verður eftir uppsjóvarfiski (rossamakreli, makreli, sardinum og sardinellum), og øll veiðan verður landað til matna til eitt nýmótans virki norðast í landinum. Túrarnir taka oftast 1-2 dagar, og landað vera uml. 200-300 tons, sum er tað, ið virkið klárar at taka ímóti.

Føroyska fiskimálaráðið hevur tikið øll fiskiloyvini frá P/F Northwest Pelagic, og tí hevur reiðaríið stevnt fiskimálaráðnum. Stevningin varð latin rættinum í okt. 2017, og ilt er at meta um, hvussu langa tíð hetta málið tekur. Ímeðan rættarsakin koyrir, fiskar skipið uttanlands undir útlendskum flaggi. Føroysku myndugleikarnir loyvdu heldur ikki hesum skipi at fiska uttanlands við føroyskum flaggi, og tí noyddist reiðaríið at finna annað flagg. Føroysku myndugleikarnar noktaðu eisini fyri, at reiðaríið hjá hesum skipinum kundi keypa kvotur á føroysku kvotauppboðssøluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder