2017-09-01 09:30

Norðborg kom undir land norðanfyri í morgun, teir framleiða, tað teir hava í tangunum og gera klárt at koma inn.
Teir hava 1.150 tons av skráskornum makreli, 200 tons av lýsi og 100 tons av mjøli.
Seint í kvøld koma teir á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.
Leygarmorgunin skulu teir landa í Ánunum, segði stýrimaðurin Árni Dalsgaard, tá ið við tosaðu umborð í gjárkvøldið.
Hesin túrurin vardi í 8 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald