Norðborg, sum hendan túrin hevur partrolað við Brestir, siglir inn við fullari last, Brestir siglir eisini inn, men teir hava einki í lastini, tí Norðborg hevur tikið alt inn.
JN.fo tosaði við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði at støddin var góð, lá um 430 gramm í meðal, teir hava roynt norður ímóti markinum, har hini føroysku skipini eisini hava roynt.
Norðborg hevur 1.150 tons av heysaðum makreli, eisini hava teir nøkur tons í tangunum, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði, Norðborg kemur á Fuglafjørð tíðliga í morgin, har skulu teir eisini pumpa lýsi - uml. 150 tons - í tangarnar hjá Havsbrún.
Tá ið liðugt er at bunkra á Fuglafirði, tá fara teir í Ánirnar at landa makrelin og 100 tons av mjøli, ætlanin er at byrja at landa um 18-tíðina leygarkvøldið í Ánunum.
Norðborg fer nýggjan túr sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald