Vinna

Norðborg siglir inn fullfermd

...

2015-09-23 04:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg siglir inn fullfermd, teir verða á Fuglafirði fyrrapartin í morgin, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan við stýrimannin Árna Dalsgaard, Árni segði at teir framleiða enn, men tá ið teir koma inn koma teir at hava 1.280 tons av heysaðum makreli, 120 tons av mjøli og knappliga 200 tons av lýsi.

Á midnátt mikukvøldið byrja teir at landa í Ánunum, og ætlanin er at sigla aftur á midnátt hóskvøldið.

Hendan túrin er Kristian Martin Rasmussen skipari, tað eru 30 mans við Norðborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder