2016-10-31 07:13
Norðborg fór í gjár at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava1.390 tons av frystum, harav 1.110 tons eru sildafløk - 540 tons eru skræðuleys og 570 við skræðu, eisini hava teir 200 tons av mjøli og eisini lýsi.
Norðborg hevur gjørt ein skjótan túr, teir hava verið á feltinum í eina viku.
Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra, teir verða á Fuglafirði um 8-tíðina í morgun.
Í kvøld fara teir í Ánirnar at landa, skiparin Jón Rasmussen segði í morgun, at teir sigla aftur týskvøldið kl. 6.
Norðborg eigur sildakvotu eftir til tveir túrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald