2016-02-04 15:55
Norðborg, sum hevur verið á lodnuveiðu við Ísland, fór í nátt at sigla heim við fullari last av heilfrystari lodnu - tilsamans 1.330 tons.
Norðborg hevur roynt langt úr landi, eystur úr Langanesi á uml. 66N og 10,5V, har hava eisini Vilhelm Thorsteinsson og Polar Amaroq roynt.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Norðborg - Jón Rasmussen - í nátt, hann segði at fiskiskapurin hevði verið góður, teir høvdu fingið uml. 200 tons niður hvonn dag, teir byrjaðu fiskiskap fríggjadagin.
Jón Rasmussen helt, at teir komu í Ánirnar leygarmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald