2019-03-06 06:56

Norðborg, sum hevur verið til svartkjaftafiskiskap í altjóða sjógvi, einar 200 fj. vestur úr Írlandi, kemur á Fuglafjørð á middegi fullfermd. Norðborg skal bunkra á Fuglafirði og pumpa 80 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - Jóhan Isaksen - seint í gjárkvøldið, hann segði, at teir hava 80 tons av lýsi, 250 tons av mjøi, 90 tons av skráskornum svartkjafti og 1.250 tons av heilfrystum svartkjafti. Skiparin segði, at veðrið hevði verið ólagaligt, teir høvdu ligið bakk nakrar dagar, men veðrið á heimreisuni hevði verið gott.
Tá ið farið verður nýggjan túr, tá verður aftur farið í altjóða sjógv vestur úr Írlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald