2015-09-01 14:40
Norðborg fór á midnátt at sigla inn við fullari last.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan. Teir hava 1.151 tons av heysaðum makreli, 170 tons av lýsi og 120 tons av mjøli.
Norðborg verður á Fuglafirði kl. 14, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún. Í kvøld landa teir í Ánunum - ætlanin er at fara nýggjan túr seinnapartin í morgin.
Norðborg byrjaði túrin vestur ímóti íslendska markinum, teir gjørdu eitt rend í altjóða sjógv, har teir fiskaðu 190 tons, teir komu so aftur í føroyskan sjógv. Norðborg hevur partrolað við Christian í Grótinum, sum hevur fulla last av frystum, men teir fiska nú uppí tangarnar, ætlanin er at Christian í Grótinum, skal landa mikukvøldið.
Norðborg byrjaði túrin 21. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald