2016-09-07 07:56
Norðborg hevur landað í Ánunum, teir høvdu 990 tons av avhøvdaðum makreli og 120 tons av sildafløkum, harafturat høvdu teir 150 tons av mjøli.
Norðborg hevur fiskað makrelin í føroyskum sjógvi, ímeðan sildin er fiskað í grønlendskum sjógvi, fiskiskapurin í Grønlandi gjørdist so vánaligur, at teir avgjørdu at koma aftur í føroyskan sjógv.
Norðborg loysti úr Ánunum í morgun.
Tróndur í Gøtu, sum hevur landað á Tvøroyri, loysti eisini í morgun.
Christian í Grótinum landar í morgun til Pelagos í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald