2015-10-25 03:07
Einastu skip á sildafeltinum norðanfyri í kvøld eru Norðborg og Fagraberg, hini eru tey flestu inni og landa, ella eru tey farin á makrelfiskiskap í ES-sjógvi við Hetland.
Norðborg og Fagraberg eru í kvøld stødd norðanfyri føroyska makrið t.v.s. í altjóða sjógvi. Tað hevur verið ólagaligt veður í einar tveir tríggjar dagar, tað spjaðist fiskurin og tað tekur nakrar dagar áðrenn hann samlast aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald