Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum sigla báðir inn fullfermdir

...

2015-08-06 05:02 Author image
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum sigla báðir inn fullfermdir, teir byrjaðu túr 23. juli og hava roynt vestur ímóti íslendska markinum millum 63N og 64,3N. 

JN.fo tosaði í kvøld við skiparan á Norðborg - Jón Rasmussen. Jón segði, at teir seinastu dagarnar hevði tað verið góður makrelur teir hava fingið.

Noroðborg kemur at hava fulla last, tá ið teir koma inn fríggjadagin, teir hava 200 tons av sildafløkum og koma at hava uml. 1.000 tons av makreli. Teir landa alt í Ánunum.

Christian í Grótinum  hevur uml. 100 tons av sildafløkum og 5-600 tons av makreli, harafturat hava teir 400 tons av makreli í tangunum, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði. Tað frysta verður landað í Ánunum.

Tað eru 30 mans við Norðborg og 20 mans við Christian í Grótinum.

Skipini hava samtrolað, men teir seinastu dagarnar hava teir roynt við lemmum. 

Nøkur russisk skip hava eisini roynt á leiðini har Norðborg og Christian í Grótinum hava roynt.

Jón Rasmussen segði í kvøld, at hann roknaði við, at skipini fóru nýggjan túr leygarkvøldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder