2016-08-17 08:04
Norðborg sum kom í Ánirnar tíðliga í gjárkvøldið, har teir landaðu 520 tons av frystum og 80 tons av mjøli, fór seint í nátt á Fuglafjørð at bunkra. Teir loystu av Fuglafirði kl. 8 í morgun og hava nú sett kós móti Grønlandi, har teir skulu fiska sild.
Væntandi verða teir á fiskileið fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald