2019-05-04 20:49

Norðborg hevur gjørt ein skjótan túr, teir landaðu seinast 26. apríl.
Í kvøld landa teir til Bergfrost í Fuglafirði, Norðborg hevur fulla last av heilfrystum svartkjafti og so eisini 250 tons av mjøli, sum teir eisini landa í Fuglafirði.
Norðborg hevur roynt bæði sunnast í føroyskum sjógvi - og nú teir seinastu dagarnar vestur úr Suðuroynni.
Norðborg fer nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald