2015-12-16 00:05
Norðborg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu norðanfyri, hevur í dag landað 300 tons av mjøli í Ánunum.
Vit tosaðu við skiparan Jón Rasmussen í dag, Jón segði, at nógvur svartkjaftur hevur verið at sæð eystanfyri, teir hava gjørt mjøl og so hava teir eisini latið ein part umborð á Christian í Grótinum. Jón Rasmussen sigur, at teir ikki hava fryst svartkjaftin umborð, tí støddin teir hava fingið hevur ikki verið tann, sum best er at frysta.
Norðborg fer nýggjan túr í kvøld.
Les eisini:
Fagraberg siglir til Danmarkar við fullari last av svartkjafti.
Atlantsfarið landar makrel til Pelagos.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald