Vinna

Norðborg landar mikumorgunin í Ánunum

...

2017-09-12 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kemur undir land norðanfyri í kvøld, teir eru ikki liðnir at framleiða og koma tí at framleiða í alla nátt.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jóhan Isaksen fyri løtu síðan, hann sigur, at teir koma at hava 1.170 tons av skráskornum makreli, 90 tons av mjøli og 100 tons av lýsi. Tað eru 10 dagar síðan teir fóru avstað.

Norðborg skal landa í Ánunum mikumorgunin, teir fara nýggjan túr hósmorgunin.

Jóhan segði, at norðanfyri er heilt nógvur makrelur at síggja, ja av tí allarmesta legði hann áherðslu á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder