2015-10-31 19:35
Norðborg fór at sigla suðuryvir í gjárkvøldið, í løtuni liggja teir og framleiða norðanfyri, teir verða liðnir mánamorgunin, og koma tá inn at landa. Tá koma teir at hava 1.300 tons av frystum - harav 550 er sildafløk og 750 er heilfryst sild, harafturat hava teir 200 tons av mjøli og eisini eitt sløð av lýsi.
JN.fo tosaði umborð um 14-tíðina í dag, tá var nógvur vindur á leiðini, har teir vóru, vindferðin var omanfyri 20 metrar um sekundið.
Jón Rasmussen er skipari hendan túrin, manningin telur 31 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald