Vinna

Norðborg landar í Ánunum

...

2017-05-27 07:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at hava bunkrað í Fuglafirði, kom Norðborg í Ánirnar seinnapartin í gjár, har teir landað.

Norðborg hevur 1.300 tons av frystum og umleið 150 tons av mjøli.

Norðborg byrjaði túrin eystanfyri, teir ætlaðu at fiska sild, men tað kom ikki so nógv burturúr, teir fóru tí á svartkjaftafiskiskap og hava roynt vestur úr Suðuroynni, til teir nú komu inn.

Norðborg fer nýggjan túr í kvøld.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder