2016-09-16 10:35
Norðborg kom á Fuglafjørð í nátt, har teir hava bunkrað og landað fiskamjøl, eisini hava teir í nátt punpað lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.
Í morgun komu teir í Ánirnar, har teir landað 1110 tons av skráskornum makreli, teir fara nýggjan túr í kvøld.
Í gjárkvøldið tosaðu vit við skiparan á Norðborg - Jón Rasmussen - Jón segði, at teir seinastu dagarnar hevur verið nógvur makrelur at sæð í føroyskum sjógvi norðanfyri, hann segði eisini at nógv útlendsk skip royna í altjóða sjógvi - norðanfyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald