2016-11-27 21:26
Norðborg kom fullfermd í Ánirnar leygarmorgunin, tað mesta av tí frysta eru sildafløk. Mikunáttina landaðu teir eisini í Ánunum, fyri at fáa pláss fyri tí, sum tá ikki var framleitt, teir høvdu feska sild í tangunum og fóru út aftur mikumorgunin at framleiða tað teir høvdu eftir.
Tilsamans hava teir hendan túrin framleitt 1.490 tons.
Týsdagin skulu teir landa í Ánunum.
Norðborg hevur nú fiskað alla kvotuna fyri í ár. Teir fara nú at reinsa motor og gera annað viðlíkahaldsarbeiði, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Norðborg fer til fiskiskap aftur éftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald