Vinna

Norðborg landar í Ánunum

...

2015-04-30 11:56 Author image
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, fór í gjárkvøldið at sigla inn fullfermd - teir hava 1.350 tons av frystum og 100 tons av mjøli.

JN.fo tosaði umborð í gjárkvøldið, teir hava havt góðan fiskiskap, teir byrjaði túrin 21. apríl. Norðborg hevur roynt longuri vesturi enn tey flestu skipini, sum eru sunnanfyri, har hevur støddin verið heldur fragari, støddin hevur ligið millum 150 og 180 gramm.

Av teimum 1.350 tonsunum eru 320 tons heysað ímeðan restin 1.030 tons er heilfryst. 

Norðborg skal byrja at landa í Ánunum kl. 13 í dag.

Norðborg hevur higartil í ár gjørt 8 túrar - 5 svartkjaftatúrar og 3 lodnutúrar.

Manningin hendan túrin telur 29 mans.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder