2015-10-08 12:55
Norðborg fór at sigla inn í gjárkvøldið. Teir hava 1.100 tons av skráskornum makreli og uml. 140 tons av mjøli.
Nú um 8-tíðina skuldi Norðborg koma á Fuglafjørð at bunkra. Og seinnapartin skulu teir landa í Ánunum, ætlanin er at byrja at landa í Ánunum kl. 15, segði stýrimaðurin Árni Dalsgaard, tá ið vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið.
Norðborg fer nýggjan túr fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald