2015-10-19 03:28
Norðborg siglir inn við fullari last, teir koma í Ánirnar í nátt, har teir skulu landað uml. 200 tons. So verður farið út aftur, at arbeiða tað undan, sum er í tangunum.
JN.fo tosaði við skiparan Kristian Martin Rasmussen í kvøld, Kristian Martin segði, at størra helvtin av veiðuni var makrelur og restin sild. Hann segði eisini, at tað nú var heilt nógv av sild at síggja norðanfyri.
Tá ið Norðborg loysir úr Ánunum, fara teir norður um Føroyar at framleiða ta´sum er eftir í tangunum, tað kemur at taka eitt gott døgn, so koma teir inn aftur at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald