Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2019-11-12 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kemur á Fuglafjørð í kvøld at bunkra og pumpa 150 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Í morgin tíðliga byrja teir at landa í Ánunum, teir hava útvið 1.390 tons av sildafløkum og 300 tons av mjøli.

Vit tosaðu beint nú við skiparan Jón Rasmussen, hann segði, at teir eiga kvotu eftir til ein sildatúr og fara ætlandi avstað aftur hósmorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder