2019-02-01 21:32

Norðborg hevur í dag bunkrað í Fuglafirði, teir eru nú áveg í Ánirnar, har teir skulu landa í morgin.
Vit tosaðu við skiparan Jóhan Isaksen fyri løtu síðan, hann segði, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi var minkaður.
Teir hava 1.330 tons hav heilfrystum svartkjafti, sum teir landa í Ánunum í morgin, eisini hava teir 70 tons av mjøli.
Norðborg fer nýggjan túr á midnátt leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald