2019-01-22 17:31

Norðborg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, hevur í dag bunkrað í Fuglafirði, teir eru nú áveg í Ánirnar har teir skulu landa veiðuna, teir hava 1.320 tons av heilfrystum svartkjafti og eisini 60 tons av mjøli.
Vit tosaðu við skiparan - Jóhan Isaksen - fyri løtu síðan, hann segði, at fiskiskapurin hevur verið hampuligur, men tríggjar teir seinastu dagarnar var minni at fáa.
??tlanin er at fara nýggjan túr kl. 14 í morgin.
Tað eru 27 mans við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald