Norðborg,, sum hevur verið til fiskiskap í føroyskum sjógvi, kemur í Ánirnar kl. 17 seinnapartin við 520 tonsum av frystum og 80 tonsum av mjøli, sum teir landa í kvøld. Tað frysta er 170 tons av sildaflaki og 350 tons av skráskornum makreli.
Norðborg byrjaði fiskiskað á Rygginum, tá trolaðu teir einsamallir, men teir seinastu dagarnar hava teir partrolað saman við Christian í Grótinum norðast í føroyskum sjógvi - á 65N.
Teir koma heim nú, tí teir skulu til Grønlands at fiska sild. Sildakvotan í Grønlandi er tilsamans 20.000 tons, tey grønlendsku skipini hava rakt við sild á 69N og hava teir seinastu dagarnar havt góðan fiskiskap.
Norðborg loysir aftur úr Ánunum kl. 8 fyrrapartin í morgin, segði Jón Rasmussen, tá ið vit tosaðu við hann fyri løtu síðan.
Á feltinum norðanfyri í føroyskum sjógvi eru: Fram, Christian í Grótinum, Finnur Fríði og umframt tað eru Næraberg og Kappin ávegis norðuryvir, teir skulu partrola.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald