Vinna

Norðborg landar á Eskifirði

....

2017-03-01 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg landar í dag 325 tons av feskari lodnu á Eskifirði, teir hava eisini 870 tons av frystari lodnu, sum teir skulu landa í Ánunum, hendan túrin hava teir landa tvær ferðir áður í Íslandi, tilsamans góð 900 tons.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan, tá var hann saman við 15 av manningini í fjøllunum á Eysturlandinum, har teir stóðu á skí á Oddskarði - sí mynd niðast á greinini - Jón segði, at teir loystu í kvøld, tá ið liðugt var at landa, teir koma tá heim til Føroyar at landa tað frystu lodnuna, sum teir hava umborð.

Lodnukvotan hjá Norðborg er nú øll fiskað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder