Norðborg kom í Ánirnar kl. 1 í nátt at landa eini 200 tons av sildafløkum, fyri at fáa pláss í lastini at frysta tað, sum teir høvdu í tangunum og ikki enn var framleitt til sildafløk. Norðborg fór úr aftur Ánunum millum kl. 4 og 5 í nátt, teir liggja nú eystur úr Borðoyarvík og arbeiða tað teir hava eftir í tangunum.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen á midnátt, hann segði, at nógv sild stóð norðast í føroyskum sjógvi, har teir høvdu roynt. Jón roknaði við, at teir koma inn aftur antin seint fríggjakvøldið ella leygarmorgunin at landa.
Norðborg hevur í heyst og í vetur fiskað 10.000 tons av sild, harav tað mesta er framleitt til sildafløk.
Jón segði í nátt, at Norðborg ikki fer aftur til fiskiskap fyrrenn eftir nýggjár, teir koma at gera onkrar smávegis umvælingar ímeðan skipið kemur at liggja í Ánunum.
Norðborg hevur gjørt 15 túrar í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald