Vinna

Norðborg kom undir land í nátt

...

2017-09-22 09:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kom undir land í nátt, í morgun vóru teir á Klaksvík eftir einum manni, sum skuldi loysa onkrar tekniskar uppgávur umborð, teir eru farnir út aftur at framleiða tað sum er í tangunum.

Vit tosaðu við stýrimannin - Árna Dalsgaard - í gjárkvøldið, Árni segði, at teir í kvøld fara á Fuglafjørð at pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún og bunkra.

Leygardagin skulu teir landa í Ánunum, teir hava tá 1.150 tons av skráskornum makreli, 90 tons av mjøli og 200 tons av lýsi, sum er frá tveimum túrum.

Skipari er Jón Rasmussen og manningin telur 27 mans.

Norðborg fer nýggjan túr sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder