Vinna

Norðborg kom fullfermd á Ánirnar á middegi

...

2017-02-05 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Um middagin kom Norðborg fullfermd á Ánirnar.

Vit tosaðu við skiparan Christian Martin Rasmussen, hann segði, at teir fyrst vóru á makrelveiðu í ES-sjógvi - tætt suður úr føroyska markinum, har fiskaðu teir 1.100 tons, harav høvdu teir heilfryst 700 og skráskorið 400 tons, harafturat høvdu teir 40 tons av heilfrystum svartkjafti og 300 tons av svartkjafti í tangunum, sum teir høvdu fiskað í føroyskum sjógvi, tað skuldi landast til Havsbrún, eisini hava teir 40 tons av mjøli.

Christian Martin segði, at teir skuldu landa í dag og í nátt í Ánunum, í morgin skuldu teir landa til Havsbrún og so skuldu teir taka útgerð frá Vónini til at fara á lodnuveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder