2017-08-21 08:24
Norðborg siglir inn fullfermdur av makreli, teir eru ikki liðnir at framleiða enn og liggja tí norðanfyri, til kl. 6 í kvøld, tá teir fara at bunkra á Fuglafirði og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, segði stýrimaðurin Árni Dalsgaard, tá vit fyri løtu síðan tosaðu umborð.
Norðbborg hevur góð 1.200 tons av heysaðum makreli, 200 tons av lýsi og 90 tons av mjøli.
Seint í kvøld fara teir í Ánirnar, har teir landa makrelin og mjøli, ætlanin er at sigla aftur týskvøldið.
Skipari á Norðborg er Hans Klakkstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald