2016-02-14 16:20
Norðborg kemur í Ánirnar í morgun við 1.200 tonsum av heilfrystari lodnu, sum teir hava fiskað við troli, í ein landnyðring úr Íslandi. Veiðan verður landað í Ánunum mánamorgunin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð við skiparan - Jón Rasmussen - seint í gjárkvøldið, Jón segði, at teir nú hava fiskað lodnukvotuna. Norðborg fór úr Ánunum seinasta leygardag, teir komu á fiskileið sunnudagin, so tað hevur ligið væl fyri. Teir hava gjørt tveir lodnutúrar, fyrra túrin landaði Norðborg eisini í Ánunum.
Jón segði, at tá ið liðugt var at landa, tá fór Norðborg inn á Skála, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði skal gerast, hann metti, at tað kom at taka millum eina og tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald