Vinna

Norðborg kemur í Ánirnar - fullfermd av sild

...

2016-11-11 18:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg hevur í allan dag ligið undir landi norðanfyri, har teir hava framleitt sildafløk.

Í kvøld kl. 21 koma teir í Ánirnar, har teir skulu landa tað frysta, sum er 1.385 tons og 290 tons av mjøli.

Tað frysta er deilt soleiðis: 345 tons heilfryst sild, 350 tons flakt, men við rygginum í og 690 tons skraðuleyst og beinfrítt.

Vit tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði at nógv sild var at síggja norðast í føroyskum sjógvi, Jupiter royndi eisini har á leiðini.

Seint leygarkvøldið fara teir á Fuglafjørð at landa lýsi og bunkra til nýggjan túr, teir sigla aftur, tá ið liðugt er at bunkra.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder