2017-05-11 08:42
Norðborg kom á Fuglafjørð kl. 6 í morgun, har teir bunkra. Á middegi skulu teir byrja at landa í Ánunum, teir hava 1.332 tons av svartkjafti, sum alt er heilfryst
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen í gjárkvøldið, hann segði, at tað var góður svartkjaftur skipini fingu sunnanfyri.
Jón segði eisini, at tá ið teirloysa aftur í morgin, tá verður farið á sildaveiðu, fyrst fara teir eysturum Føroyar at royna, hann roknaði við, at teir fóru á uml. 62N og eystur ímóti markinum, Jón segði, at í fjør byrjaðu teir at fiska sild 11. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald