2019-11-26 09:23

Norðborg hevur í nátt verið á Fuglafirði, har teir hava pumpað 180 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, eisini hava teir bunkrað til komandi túr.
Í løtuni eru teir áveg í Ánirnar, har teir skulu byrja at landa kl. 13.
Norborg hevur 1.442 tons av sildafløkum, harav eru 160 tons skrædlað sildafløk, eisini hava teir smá 300 tons av mjøli.
Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, segði fyri løtu síðan, at teir hava fiskað sildakvotuna, so teir fara á svartkjaft, tá ið teir fara nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald