Vinna

Norðborg kemur av 20. túri

...

2014-12-02 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kemur í Ánirnar í morgun av 20. túri í ár.

Norðborg fór avstað fyri eini viku síðan, teir hava verið á sildaveiðu norðanfyri, fyrst norðast í føroyskum sjógvi og teir seinastu tríggjar dagarnar í altjóða sjógvi.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan. Teir søgdu, at tað var góð sild at fáa, støddin lá úr 380 uppí 400 gramm. Teir fystu dagarnar var eitt íslenskt skip har á leiðini, men annars hava teir verið einsamallir.

Norðborg skal landa í Ánunum kl. 13, teir hava 555 tons av frystum, harav 455 tons eru sildafløk og 100 tons er heilfryst sild, eisini hava teir 100 tons av mjøli og eitt sløð av lýsi.

Skipari hendan túrin er Jón Rasmussen.

Tá ið Norðborg fer nýggjan túr hósdagin fara teir at fiska svartkjaft, eisini er ætlanin at Christian í Grótinum skal á svartkjaftaveiðu.

 Í løtuni er bara Slættaberg á svartkjaftaveiðu og so 4 íslendsk og 4 russisk skip. Fiskiskapurin hjá svartkjaftaskipunum hevur verið hampuligur millum 200 og 300 tons um dagin. Tey russisku skipini royna norðanfyri, ímeðan Slættaberg og tey íslendsku skipini royna sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder