Vinna

Norðborg kemur á Fuglafjørð í nátt

...

2019-10-28 22:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri, kemur á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu bunkra til komandi túr, eisini skulu teir pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Á middegi í morgin skulu teir landa í Ánunum, teir hava 1.290 tons av frystum og 180 tons av mjøli.

Vit tosaðu við skiparan - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at fiskiskapurin í altjóða sjógvi, hevði verið heldur lakari teir seinastu dagarnar so teir rímdu har norði frá og høvdu trilkast longuri suðuri.

Jón segði, at í fjør høvdu teir seinasta fiskidag eftir sild tann 28. november, so hann vónaði at fiskiskapurin fór at taka seg upp aftur.

Tað eru útvið 50 skip sum fiska sild norðanfyri, tey flestu eru í altjóða sjógvi, heilt norðuri á 68,5N.

Tað eru 30 mans við Norðborg hendan túrin.

Norðborg fer nýggjan túr mikumorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder