2016-09-25 21:10
Norðborg hevur gjørt ein skjótan túr. Teir hava fiskað og framleitt í 8 dagar. Í dag hava teir ligið norður úr Kallinum og framleitt.
Norðborg kemur á Fuglafjørð kl. 1 í nátt, har teir skulu landa 120 tons av mjøli og eisini skulu teir pumpa 150 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, somuleiðis bunkra teir í Fuglafirði í nátt.
Í morgin skulu teir landa 1.160 tons av skráskornum makreli í Ánunum.
Skipari hendan túrin er Kristian Martin Rasmussen.
Væntandi fer Norðborg nýggjan túr týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald