Vinna

Norðborg ger klárt at fara á lodnuveiðu

...

2015-01-31 22:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg er á Fuglafirði í dag. Teir gera klárt at fara á lodnuveiðu og taka her nótina umborð. Væntandi loysa teir seint í kvøld.

Tað hevur verið góður fiskiskapur eftir lodnu útfyri Norðurlandinum. 

Íslendingar hava júst avgjørt, at samlaða lodnukvotan verður 580.000 tons.

Fagraberg kom á Fuglafjørð í nátt við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum teir í dag landa til Havsbrún. Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir fara ikki á lodnuveiðu enn, men fara aftur á svartkjaftaveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Jón Thomsen tók myndina niðanfyri av Fagraberg í dag, har teir landa til Havsbrún.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder