Vinna

Norðborg fer til Grønlands at fiska makrel

...

2016-07-13 08:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið á makrelveiðu í eina viku í føroyskum sjógvi, siglir inn at landa uml. 500 tons, tí teir skulu til Eystur-Grønlands at fiska makrel.

Vit tosaðu við stýrimannin á Norðborg í morgun - Arna Dalsgaard - hann segði, at fiskiskapurin hevið verið hampuligur, teir royndu vestur ímóti íslendska markinum, Árni segði eisiini at tað var sera góður makrelur teir høvdu fingið - støddin lá millum 390 og 410 gramm, har royndu eisini tvey russisk skip.

Norðborg skal bunkra á Fuglafirði í dag, kl. 6 í kvøld skulu teir landa í Ánunum og í morgin verður leiðin sett móti Grønlandi.

??r Eystur-Grønlandi frættist, at skipini nú hava hampuligan fiskiskap - umframt Næraberg og Slættaberg og 6 grønlendsk skip, so roynir eisini okkurt russiskt skip í Eystur-Grønlandi, tey royna eystast í grønlendskum sjógvi - eystur ímóti íslendska- og altjóða markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder