Vinna

Norðborg er fullfermd av sild

...

2015-11-13 06:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðan tosaðu við umborð á Norðborg við stýrimannin Árna Dalsgaard. Norðborg hevur ligið norðanfyri í eitt gott døgn - tætt úr Kallinum, har teir hava arbeitt tað undan, sum teir høvdu í tangunum, nú gera teir reint, áðrenn teir koma inn at landa í morgin.

Árni Dalsgaard segði, at teir hava 1.326 tons av sild, harav umleið helmingurin er sildafløk og hin helmingurin er heilfryst sild, eisini hava teir nøkur tons av mjøli.

Norðborg hevur hendan túrin roynt í altjóða sjógvi norðanfyri á uml. 65N og 1V, sildin teir fingu har var góð, vektin lá um 380-390 gramm.

Norðborg kemur í Ánirnar á middegi í morgin.

Áðrenn farið verður avstað aftur, skulu ymisk viðlíkahaldsarbeiðir fáast frá hondini, tað kemur helst at taka eina viku.

Norðborg hevur nú fiskað sildakvotuna, so teir fara antin á svartkjaftaveiðu ella fara teir at fiska makrel, segði stýrimaðurin Árni Dalsgaard í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder