Vinna

Norðborg er farin á svartkjaftaveiðu

...

2016-04-14 08:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kom av lodnuveiðu uml. 20. februar, eftir at hava landað veiðuna í Ánunum, fór skipið i dokk 23 februar á Skála, har skipið var til umvælingar í nakrar dagar, síðan tá hevur Norðborg ligið í Ánunum.

Nú svartkjaftafiskiskapurin hevur tikið seg upp í føroyskum sjógvi, loystu teir í gjárkvøldið og eru farnir á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi. Har royna nógv skip, mest russarar og íslendingar.

Vit tosaðu umborð á Norðborg í gjárkvøldið, teir eru 28 mans við hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder