2016-01-27 20:35
Norðborg, sum hevur ligið í Ánunum í eina tíð, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið er gjørt, er farin á lodnuveiðu, teir loystu í gjár, og eru komnir móti Eysturlandinum.
Lodnufiskiskapurin plagar at byrjað fyrst á Norðurlandinum - nakað vestur úr Grimsey.
Annars hevur Polar Amaroq landað 740 tons av lodnu í Neskaupstaðið leygardagin, tað var fyrsta londnulastin í ár, hjá Polar Amaroq vóru 710 tons fryst lodna.
Norðborg fer fyrst inn á Eskifirðin eftir nótini, sum teir brúka til lodnufiskiskap. Síðani verður farið norðurum, helst í ein útnyðring úr Langanesi, sigur skiparin Jón Rasmussen.
Tað eru 30 mans við Norðborg, harav eru 3 praktikantar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald