Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum sigla inn fullfermdir

...

2015-08-19 23:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum sigla báðir inn fullfermdir. 

Vit tosaðu við skiparan á Norðborg - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan. Jón segði, at tað ikki var nakað rok norðanfyri, Norðborg fór avstað 7. august og Christian í Grótinum fór tveir dagar seinni. Norðborg trolaði tí einsamøll tveir teir fyrstu dagarnar, men síðan hava teir partrolað. Jón segði eisini, at tað var fitt av smáum svartkjafti at síggja norðanfyri, teir hava roynt vestur ímóti íslendska markinum og norður ímóti altjóða markinum.

Norðborg hevur 1.180 tons av frystum, harav 320 tons er heilfryst sild, uml. 60 tons eru sildafløk og 800 tons er heysaður makrelur, harafturat hava teir 120 tons av lýsi og 100 tons av mjøli.

Christian í Grótinum hevur 570 tons av frystum og 150 tons í tangunum, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði, tað verður landað í kvøld.

Norðborg fer á Fuglafjørð í nátt, har teir pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún, eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði í nátt. Tað verður byrjað at landa í Ánunum kl. 6 í morgin tíðliga.

Tað hava verið 30 mans við Norðborg og 20 mans við Christian í Grótinum.

??tlanin er at sigla aftur á midnátt hóskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder