2015-04-22 20:07
Tórshavn.fo skrivar:
Borgarafundur var í gjárkvøldið í Nólsoy, nú nýggj ferja verður bygd at røkja farleiðina millum Havnina og Nólsoy. Áleið 40 fólk møttu til borgarafundin í Nólsoy. Einasta punkt á skrá var framløga um nýggju ferjuna.
Marni Olsen frá Knud E. Hansen, sum hevur teknað ferjuna, og Jóhan Petur Abrahamsen frá Strandferðsluni kunnaðu fundarfólkið um skipið, og hvussu tað annars sær út.
Eftir framløguna var áhugin stórur at seta spurningar.
Millum annað fingu Nólsoyingar at vita, at Wi-Fi umborð verður framúr á nýggju ferjuni.
Á fundinum varð eisini upplýst, at túratalið verður óbroytt, og at tíðarætlanin altíð kann verða lagað til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald