Nú má skil koma á nólsoyarleiðina
Tað kann ikki longur góðtakast, at vit enn einaferð standa uttan okkara fasta ferðasamband nú Teistin var fyri óhappi.
Tað sýnist sum tá hesin eftirhondini afturvendandi trupulleikin rakar, so eru nólsoyingar við sviðið soð hvørja ferð.
Vit hoyrdu í D&V í kvøld, at fólk á Sandoynni spyrja, púra natúrliga nú Teistin ikki siglur: ??? Nær kemur Ternan???? eg spyrji bar: ???Hvat er galið við SAM????
??støðugt samband í meira enn eitt ár
Nólsoyarleiðin hevur verið sera óstøðug seinasta árið ella longri. Vit hava nú búð fast í Nólsoy í eitt gott ár, og eg má viðganga, at tað endar nokk við, at vit flyta aftur til Havnar at búgva, tí tað er vónleyst at leggja ætlanir fyri sín gerandisdag herúti. Afturvendandi broytingarnar raka nógv fólk í Nólsoy meint.
Tey sum eru før fyri at ganga og bera sítt viðføri, kunnu taka teir smærru bátarnar ótarnaði. Tey sum hava tørv á sínum bili, ið ikki bert er eitt kuffert, men eitt flutningsfar ella kanska eitt arbeiðsfar, standa við Svartaperi hvørja ferð Ternan verður send í sigling aðra staðni.
Børnini, tey ungu og øll hini hava einki val
Tá landsynningurin leikar í, er Nólsoyarfjørður ikki tespiligur og tey, ið eru bangin at sigla, er enn bangnari at fara í ein minni bát tá tað rullar illa. Foreldur eru ikki glað fyri, at lata síni børn sigla einsamøll í smærru bátunum, um veðrið ikki er til vildar, og tað er skilligt. Í góðum veðri er hetta ikki ein ampi.
Børn og ung í Nólsoy ganga í skúla í Havn frá 7 flokki, umframt hetta so ganga nógv børn til ítrótt, til tónleik, til skótar ella til ávísar aðrar venjingar í Havn. Fólk arbeiða í Havn og fólk ganga í kvøldskúla ella til ymiskt felagsarbeiði. Hetta kunnu vit ikki bara lata vera við, men mangan verður avlýst, tí eingin hóskandi bátur siglur.
Fólk við rørslutarni eru illa fyri tá broytingar eru á ferðaleiðini og eru skerd í so stóran mun, at tað fleiri ferðir hevur verið neyðugt at gera vart við støðuna. Tað er ikki í lagi longur, at hesin tørvur verður settur til viks. Hetta er brot á ST sáttmálan fyri fólk ið bera brek.
Tórshavnar kommuna hevur broytt parkeringsumstøðurnar kring keiøkið við Bursatanga og Skipafelagið og tað ger, at fólk ið búgva í Nólsoy, og sum hava tørv á at brúka bil, ikki fáa parkerað tætt við atløguplássið, hetta gerst so púra ógjørligt, tá ein ikki fær bilin við sær til hús heldur.
At fólk í Nólsoy hava bil, eigur ikki at koma dátt við hjá nøkrum. Fólk ið búgva í Nólsoy eru eins virkin og øll onnur í Føroyum, kanska enn virknari enn mong, og skalt tú møta á Hjalla, í Kollafirði, í Hoyvík, á Argjum ella Marknagili, so er neyðugt við einum bili, tí eingir bussar koyra nær keiøkinum og minuttirnir eru eins týdningarmiklir hjá nólsoyingum sum hjá øðrum føroyingum.
Politisk beistagerð og vantandi virðing
Tann fyrsta politiska beistagerðin, ið var framd var, at ætlaða Nólsoyarferjan varð strikað av fíggjarlógini. Einki var sett í staðin og einki orð hevur verið nevnt um hvussu støðan skal loysast.
Politiskt hevur sitandi samgonga sett sær fyri, at styrkja útjaðaran og harvið útoyggjarnar. Nólsoy er ein útoyggj, hóast hon bert liggur 20 minuttir sigling frá Havnini. Tað er eingin onnur útoyggj, ið hevur so nógv fólk búgvandi og als eingin, ið hevur so nógv fólk, ið dagliga ferðast til arbeiðis og í skúla aðra staðni. Tað er nú so, at einki arbeiði er at fáa í oynni og tískil noyðast fólk at ferðast ímillum. Fóru fólk ikki til arbeiðis vóru tey tengd at almennum veitingum, og tað kann ongantíð vera meiningin. At børn fluttu heimanífrá sum 12-14 ára gomul var vanligt fyrr í Nólsoy, men hetta kann eingin bjóða sínum børnum í dag.
Handilslívinum er ikki lív lagað
Handilslívið í Nólsoy hevur tað ikki lætt og eg síggi við egnum eygum, hvussu tey stríðast dagliga við teim óregluligu broytingum, ið ferð eftir ferð koma fyri. Handilsfólkini dragsa vøru, bæði tunga og ofta eisini váta úr bátinum, upp á keiina, upp í ein bil og so aftur úr aftur, alt við handamegi. Stakkals ryggur sigi eg bara, hetta eru ikki arbeiðsstøður, ið ein hevði góðtikið innanfyri tað almenna.
Handilslívið í einari lítlari bygd stríðist við at fáa endarnar at hanga saman og tá so óreglusemi er og vøran ikki kemur til tíðina, ja so er vandin, at fólk keypa sína vøru aðra staðni. Hetta eru nógv dømi um og vit kenna aðra staðni frá, at steingir handilin, so flyta fólk.
Nolsinge kan man lide på ??? tey kæra ikki sína neyð
At rokna við at støðan, ið er í dag, kann halda framm til Teistin, ætlandi um 5 ár verður tøkur til Nólsoyingar, er utopi. Nólsoyingar eru eitt sera róligt fólkaslag, tí fyri at klára at liva á útoyggj, hava vit tørv á allari tí vælvild, ið samfelagið kann bjóða,. Tí aftra fólk seg mangan at siga sína hugsan alment, kanska tí tey óttast at tað kemur teimum aftur um brekku. Tað eigur bara ikki at vera misbrúkt, at eingin politikkari býr í Nólsoy, at eingin borgarstjóri býr í Nólsoy, at eingin er vinur við landsstýrismannin.
Borgarar í Nólsoy rinda eins nógvan skatt og onnur og eiga ikki at vera fyri mismuni longur. Eingin eigur at vera fyri mismuni í dagsins samfelagi.
Heitt verður á landsins myndugleikar um, at taka støðuna hjá nólsoyingum og teimum ið búgva í Nólsoy í størsta álvara og finna eina fasta loysn uppá áhaldandi trupulleikarnar.
Bilferja má sigla hvønn dag
Tá broytingar eru, krevja vit at ein bilferja siglur í minsta lagi tveir túrar dagliga, soleiðis at fólk kunnu flyta sínar bilar yvirum um tørvur er á tí, at fólk við rørslutarni kunnu ferðast ímillum og at farmur verður fluttur.
Hví er tað so nógv meira umráðandi at fólk á Sandoynni kunnu flyta sínar bilar yvirum hvønn túr? Har standa bussur frá bygdaleiðum báðu megin hvørja ferð Teistin siglur. Hvar er solidariteturin?
Kanska onkur heldur tað vera stuttligt at sleppa ein túr við tyrluni um á stendur, men tað nyttar lítið at bjóða nólsoyingum tyrlu, tí her er eingin tyrlupallur. Heldur enn at gjørt langtíðarleigu av tyrlu, átti eitt avloysaraskip, ið nøktar akutta tørvin hjá nólsoyingum, at vera leigað umgangandi.
Eg harmist veruliga um støðuna og eg veit at tað stendur meira á hjá nógvum enn hjá mær.
Maud Wang Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald